Kina vann HM

Talan gjørdist um tryggan 3-0 sigur til Kina, tá HM-finalan í badminton fyri lið varð spæld um vikuskiftið. Finalan var móti Indonesia, sum tó ongan tíð megnaði at skapa veruligan spenning í samlaða dystin. Soleiðis gjørdist ikki neyðugt við seinastu báðum dystunum, og tí varð kanón-dysturin millum olympiska meistaran, Taufik Hidyat og heimsmeistaran, Lin Dan, av ongum. Teir báðir skuldu annars spæla fimta dystin. Danmark hevði sítt vánaligasta HM nakrantíð, tá liðið gjørdist nummar fimm.