USA hevur sent luftballónir inn í kinesiskt loftrúm meira enn 10 ferðir síðani januar 2022.
Tað sigur talspersónur fyri kinesiska uttanríkisráðið í Beijing.
Skuldsetingin kemur, eftir skuldsetingar um, at eitt kinesiskt eftirlitsfar, sum hevur flogið yvir USA, er skotið niður.
Viðurskiftini millum USA og Kina eru versnað munandi seinastu vikurnar, eftir at Washington fyrst í hesum mánaðinum gav boð um, at ein tað sum sagt var at vera ein kinesisk njósnaraballón í amerikanska loftrúminum skuldi skjótast niður.
Kina heldur uppá, at talan var um eina sivila veðurballón, sum var fokin av kós.
Síðani eru fleiri onnur luftfør skotin niður yvir USA og Kanada. Kina hevur viðgingið, at tann fyrsta var teirra. Og í dag koma so kinesisku skuldsetingarnar um, at amerikanarar hava sent yvir 10 ballónir í kinesiskt loftrúm síðani 2022.
– Tað er ikki óvanligt, at USA ólógliga kemur inn í loftrúm hjá øðrum londum, sigur talspersónurin hjá kinesiska uttanríkisráðnum, Wang Wenbin og og leggur afturat:
– Bara í fjør hava amerikanska luftballónir ólógliga flogið yvir Kina meira enn tíggju ferðir uttan loyvi frá kinesisku myndugleikunum, sigur hann og leggur dent á, at tað frá kinesiskari síðu er handfarið »ábyrgdarfult og professionelt«.
– Um tit vilja vita meira, so skjóti eg upp, at tit spyrja amerikanarar um amerikanska luftballóina í ovaru loftløgunum, sum ólógliga hava verið í kinesiskum loftrúmi, sigur kinesiski talsmaðurin.
/ritzau/AFP











