Kinesarar umhugsa at senda eitt rannsóknarfar til mánan næsta ár, og gongst sum ætlað, verður hetta fyrstu ferð, at eitt kinesiskt rúmdarfar fer at seta seg á mánanum. Tað er ikki greitt, um farið verður mannað.
Kinesarar fóru undir eina stóra rúmdarverkætlan í 1999, tá tað eydnaðist teimum at senda farið Shenzhou-1 út í rúmdina, og tvey ár seinni sendu teir Shenzhou-2 avstað. Í 2003 var so tann fyrsta mannaða kinesiska rúmdarferðin, og síðani hevur Kina gjørt stórr framstig á rúmdarøkinum.
Tað seinasta avrikið var í juni, tá kinesarar sendu tað mannaða rúmdarfarið Shenzhou-9 út í rúmdina og bundu tað saman við ta ómannaðu rumdarstøðina Tiangong-1, sum er í ringrás um jørðina.










