Kina umhugsar at sleppa OL

Andaligi leiðarin úr Tibet, Dalai Lama, er komin til Bretlands, har hann skal dvølja ta næstu vikuna. Á ferðini skal hann millum annað luttaka í einari stórari ungdómsráðstevnu í Manchester og einari handilsráðstevnu í Leeds.

Í Kina er leiðararnir alt annað enn fegnir um vitjanina, og tað ljóðar, at Kina umhugsar at avlýsa landsins luttøku í teimum olympisku leikunum, sum verða í London í summar. Kina hevur annars teknað 220 ítróttarfólk, venjarar og onnur starvsfólk til leikirnar.

Dalai Lama heldur ikki, at bretar skulu gera so nógv burtur úr teirri kinesisku hóttanini.

-Hetta er, sum tað plagar at vera, sigur hann.