Kina tosar við stórum stavum ímóti USA

Kina kallar eitt amerikanskt krígsskip í Suðurkinesiskahavinum »eina álvarsama politiksa og hernaðarliga provkatión«.

 

Kina leggur USA undir »álvarsamar politiskar og hernaðarligar provokatiónir«, eftir at eitt amerikansk krígsskip hevur nærkast eini oyggj í tí Suðurkinesiska Havinum.

 

Tað skrivar AFP tíðindastovan.

 

Sjóøkið hevur leingi verið miðdepil í einum valdsstríði millum Kina á aðrari síðuni og USA saman við sínum sameindu í økinum á hinari síðuni.

 

Kinesiska stjórnin hevur sent bæði krígsskip og stríðsflogfør móti økinum sum aftursvar upp á, at amerikansku krígsskipini eru har.

 

Tað upplýsir Lu Kang, talsmaður fyri kinesiska uttanríkisráðið, í eini fráboðan seint sunnukvøldið.

 

Tað skrivar tíðindastovan Xinhua.

 

/ritzau/