Tað er háspenningur í luftini millum Kina og Kanada, og nú versnar støðan, eftir at Kina hevur dømt ein kanadiskan ríkisborgara til deyðis. Talan er um 36 ára gamla Robert Lloyd Schellenberg, sum í november varð dømdur 15 ára fongsulsrevsing fyri at hava smuglað rúsevni.
Hansara revsing varð tó í dag broytt til deyðarevsing. Dómurin verður mettur at elva til enn verri samband millum Kina og Kanada. Tey bæði londini hava verið í støðugum stríði, síðani Kanada í desember handtók ein topstjóra frá kinesisku telefyritøkuni, Huawei, Meng Wanzhou.
Schellenberg varð tikin í 2014, og í november varð hann dømdur 15 ár í fongsul. Hann fekk dóm fyri at hava viðvirkað til at flyta inn 222 kilo av metamfetamin. Sambært kinesiska ákærumyndugleikanum var hann oddamaður í altjóða bólki, sum stóð handan smuglingina.
Í desember varð dómurin kærdur, tí ákæruvaldið helt ikki dómurin var nóg harður. Tað var hendan kæran, sum leiddi til, at dómurin í dag varð herdur til deyðarevsing. Schellenberg kann kæra dómin til hægsta rættin í valdøminum innan 10 dagar.
Tað var 1. desember, at kanadiskir myndugleikar handtóku Meng Wanzhou í einum flogvølli við kanadiska býin Vancouver. Hetta var gjørt eftir ynski frá USA. Síðani hevur Kina afturhildið trimum kanadiskum ríkisborgarum. Michael Spavor, sum er fyrrverandi ráðgevi hjá altjóða hugskotsbankanum ICG, Michael Kovrig, fyrrverandi sendiharri, og kanadisku Sarah McIver, sum verður ákærd fyri at hava arbeitt ólógliga í Kina.
/ritzau/AFP










