Chinese Super League (CSL) hevur, sum mál at gerast heimsins besta fótbóltsliga. Tað skrivar heimasíðan Sportskeeda.com.
Talan er um eina ætlan, sum kemur frá hægsta stigi í Kina. Xi Jinping, sum er forseti í Kina er ein stórur fótbóltsfjeppari, og hann hevur sett í verk eina 10 ára ætlan, sum strekkir seg frá 2015 til 2025, sum hevur, sum sítt greiða mál, at Kina fær heimsins bestu fótbóltsligu, og samstundis skal kinesiska landsliðið mennast at gerast eitt av heimsins bestu fótbóltslandsliðum.
Myndugleikarnir, ovurríkir eigarar av fótbóltsfeløgum, og aðrir ríkmenn gera allir sítt til at spýta risaupphæddar av peningi í kinesisku liguna. Samlað hava feløgini í kinesisku liguni virðir á sínum kontum, sum svara til heilar 70 miljardir krónur í okkara peningi.
Financial Fair Play reglugerðin, sum er galdandi í Evropa er ikki galdandi í Kina. Hetta merkir, at kinesisku fótbóltsfeløgini uttan forðingar kunnu bjóða methøgar lønir til heimsins fremstu fótbóltsleikarar. Bara í summar brúktu kinesisku feløgini eina upphædd, sum svarar til næstan tríggjar miljardir krónur í okkara peningi til spælarakeyp.
Í Kina reypa tey av, at tað eru bara Lionel Messi og Cristiano Ronaldo, sum hava sagt neitakk til at spæla fótbólt í kinesisku liguni. Sambært fótbóltsumboðsmanninum, Romain Woo ynska allir aðrir fótbóltsleikarar heldur enn gjarna at spæla í bestu kinesisku deildini.
Tað eru ikki bara stjørnuleikarar, sum eru komnir til bestu kinesisku deildina. Kinesiska ligan kann eisini reypa av fleiri kendum venjaranøvnum. Fyrrverandi venjarin hjá Chelsea, og fyrrverandi landsliðsvenjarin hjá Portugal og Brasil, Luiz Felipe Scolari er høvuðsvenjari hjá Guangzhou Evergrande Taobao. Fyrrverandi enski landsliðsvenjarin, Sven-Göran Eriksson er høvuðsvenjari hjá Shanghai SIPG. Royndi týski venjarin, Felix Magath forvinnur nógv í løn fyri at venja Shandong Luneng.
Kinesiska fótbóltssambandið brúkar tó ikki bert pening uppá stjørnuleikarar og kendar venjarar. Málið hjá kinesiska fótbóltssambandinum er at fáa yvir 50 miljónir børn og ung at byrja at spæla fótbólt. Ætlanin er eisini at byggja heili 90.000 nýggjar fótbóltsleikvøllir áðrenn 2020.
Sven-Göran Eriksson heldur sambært Sportkeeda, at Kina um bara nøkur fá ár kann vinna HM í fótbólti. - Um 10 ella 15 ár eri eg vísur í, at Kina kann vinna HM í fótbólti. Pengarnir trota ikki, og fótbóltsspælið í kinesisku liguni gerst bara betri og betri. Áhugin fyri fótbólti er eisini nógv øktur í Kina, staðfestir royndi svenski venjarin.