Kina ætlar at kann fleiri enn níggju milliónir fólk í havnarbýnum Qingdao í bara fimm dagar, eftir at nøkur fá fólk eru staðfest positiv í býnum.
Tað upplýsa kinesisku heilsumynduleikarnir í dag.
Myndugleikarnir í Qingdao við 9,4 milliónum íbúgvum skrásetti í gjár seks nýggjar smittutilburðir við koronuvirus.
Øll smittuførini eru frá sama sjúkrahúsi í búnum, siga heilsumyndugleikarnir á staðnum í dag í eini fráboðan.
Fimm øki í búynum eru kanna í tríggjar dagar, meðan allur býurin skal kannast næstu fimm dagarnar, stendur í boðunum.
##med2##
Møguleikarnir hjá Kina fyri at kanna fyri koronuvirus er sera umfatandi og skjótir.
Heilsunevndini í landinum sigur, at fleiri enn 140.000 starvsfólk á sjúkrahúsum í Qingdao, sjúklingar og onnur starvsfólk longu eru kannað, síðani fyrstu tilburðirnir vórðu váttaðir í gjár.
Talan er um fyrstu hópkanning av kinesarum í fleiri mánaðir.
Seinast var í juni í høvuðsstaðnum Beijing. Har vórðu hópkanningar gjørdar í stórum parti av býunum, meftir at myndugleikarnir høvdu funnið smittuføri á einu,m og sama matmarknaði.
Kina hevur alment havt tamarhald á farsóttini, síðani fyrstu førini við koronuvirus vórðu staðfest í landinum við ársenda í fjør.
Sambært Johns Hopkins University hevur Kina skrásett 90.812 smittutilburðir og 4,739 fólk eru deyð.
Men ivi verður sáddur um kinesisku tølini uttan fyri kinesisku mørkini, og landið verður millum annað skuldsett fyri at fjala sanna vavið av virusútbreiðsluni.
Kortini hava milliónir av kinesarum seinastu viku ferðast landið runt í samband við tjóðarliga halgidagar.
Tað er samstundis sum, at myndugleikarnir hava brúkt skjótar kanningar og stongsul fyri at forða fyri aðru bylgju av virusinum.
/ritzau/AFP












