Kina suverenir heimsmeistarar

Kina er klárt besta landið í heiminum, tá tað um borðtennis umræður. Finalan millum Kina og Suðurkorea er júst liðug, og Kina vann hana trygt 3-0. Bara í einum av dystunum mátti Kina lata ein einmansleik frá sær, og tað var í bólkaspælinum móti Rumenina, tá Andrei Filimon (nr. 74 í heiminum) vann á heimstríaranum, Wang Liqin.

 

Restin av dystunum eru vunnir 3-0, og tað sama endaði finalan eisini.

 

Danmark stóð seg søguliga væl við einum vællekandi Michael Maze á odda. Teir megnaðu eitt 11. pláss, og tað er besta úrslitið í einai HM-kapping hjá Danmark síðani 1967.

 

Hetta er 15. ferðin síðani 1961, at Kina vinnur heimsmeistaraskapið.