Kina hevur framvegis álit á evruni, og kinesiska stjórnin ivast ikki í, at londini í Evropa megna at loysa trupulleikarnar, sum nøkur av evrulondunum hava at stríðast við. Tí fer Kina eisini at halda fram við at gera íløgur í evropeisk virðisbrøv og á tann hátt at styðja Evropasamveldið og evruna.
Tað segði kinesiski forsætisráðharrin, Wen Jiabao, á tíðindafundi í dag í Ungarn, har hann er á almennari vitjan.
Tíðindastovan Reuters skrivar, at kinesiskar íløgur fyri tríggjar trilliónir dollarar eru bundnar í evrum, og tí leggur Kina stóran dent á at tryggja, at teirra virði ikki minkar.