Kina slakasta búskaparvøkstur síðani 1990

Heimsins næststørsti búskapur vaks bara 6,1 prosent í 2019. Vøksturin svarar til metingarnar.

Bruttotjóðarúrtøkan í Kina vaks við 6,1 prosenti í 2019.

Tað vísa tøl frá landsins hagstovu, NBS. Vøksturin er tann lægsti í 29 ár og er orsøkin lægri eftirspurningur heima og handilsstríð við USA.

Tølini eru tó í tráð við tað, sum greinarar hava mett, og innan fyri 6,0 til 6,5 prosent, sum kinesiska stjórnin hevði sett sær fyri í 2019.

Tað skrivar tíðindastovan AFO.

Í 2018 var búskaparvøksturin í Kina 6,6 prosent. Tá var hann somuleiðis tann lægsti í trý áratíggju. Men sæð í einum alheimssjónarhorni var tað fá lond, sum høvdu so stóran vøkstur.

Meðan búskapurin í Kina spakuliga misti flogið í teimum fyrstu trimum ársfjórðingunum í 2019, so kom javnvág í teir síðstu tríggjar mánaðirnar.

Formaðurin í NBS, Ning Jizhe, sigur, at búskapurin í Kina kláraði at halda vakstrarmometum í 2019.

– Vit eiga tó at geva gætur, at alheimsbúskapurin og handilsvøkstur er í minking, sigur hann á tíðindafundi.

Almannakunngerðin av vakstrartølunum hjá Kina frer fram tveir dagar eftir, at USA og Kina mikudagin skriaðu undir fyrsta partin av eini handilsavtalu. Avtalan merkir, at kinsarar skulu vaksa munandi um innflutningin av amerikanskum vørum komandi árini.

Sjálvt við handilsvápnahvíld millum USA og Kina, ávikavist størsti og næststørsti búskapur í heiminum, vænta búskaparfrøðingar sambært tíðindastovuni Reuters, at vøksturin fer at fella enn meira í 2010 til 5,9 prosent.

Politiskar keldur upplýsa fyri Reuters, at kinesiska stjórnin ætlar at lækka málið fyri vøkstur í 2020 til umleið 6,0 prosent frá í fjør 6,0 til 6,5 prosent.

Tøl fyri desember vístu óvæntað stóran vøkstur í verksmiðjuframleiðslu og íløgum, meðan smásølan eisini hækka munandi. Tað bendir á, at 2019 endaði meira í javnvág.

 

/ritzau/

@font-face { font-family: Cambria; }p.MsoNormal, li.MsoNormal, div.MsoNormal { margin: 0cm 0cm 0.0001pt; font-size: 12pt; font-family: "Times New Roman"; }p { margin: 0cm 0cm 0.0001pt; font-size: 12pt; font-family: "Times New Roman"; }div.Section1 { }