Kina sinnað at læna ES meiri pengar

Kinesiska stjórnin styðjar royndirnar hjá ES at basa teimum stóru fíggjartrupulleikunum hjá summum evrulondum, og Kina er eisini sinnað til at læna bjargingargrunninum hjá evruøkinum meiri pengar.

Tað kom fram á fundi, sum týski kanslarin, Angela Merkel, hevði við kinesiska forsætisráðharran, Wen Jiabao, í Beijing í dag.

Kina hevur sett nógvar pengar í virðisbrøv hjá teimum evrulondunum, sum hava serliga stórar trupuleikar, men tað hevur landið gjørt fyri at verja egin áhugamál, tí ein stórur partur av landsins gjaldoyragoymslu er í evrum.