Kina sett flagg á havbotnin

Ein ómannaður kinesiskur kavbátur hevur nú sett kinesiska flaggið á havbotnin á 3.700 metra dýpi á einari umstríddari leið í Suðurkinesiska Havinum. Kina nýtir sostatt somu framferð sum Russland, ið setti russiska flaggið á havbotnin við Norðpólin fyri fýra árum síðani.

Kinesiska sjónvarpið vísti í gjár myndir av tí ómannaða kavbátinum og flagginum, og myndugleikarnir gjørdu nógv burturúr, at Kina er tað fimta landið í heiminum, sum hevur kavbátar, ið kunnu kava meiri enn 3.500 metrar.

Suðurkinesiska Havið er umleið 1,7 millión ferkilometrar til støddar, og har eru meiri enn 200 smáar oyggjar og sker. Leiðin hevur stóran týdning sum fiskileið, og hildið verður, at nógv gass er undir havbotninum.

Kina, Brunei, Malaysia, Vietnam, Filipsoyggjarnar og Taiwan krevja at fáa part av økinum.