Í nátt komu seks kinesisk herskip inn í sjóøkið kring nakrar oyggjar í Eysturkinesiska Havinum, sum bæði Kina og Japan kanna sær. Japanar kalla oyggjabólkin Senkaku. Tað kinesiska navnið er Diaoyu.
Japanska sjóverjan hevur skip við oyggjarnar, og tey góvu alt fyri eitt teimum kinesisku herskipunum boð um at fara haðani. Sjóverjan sigur, at hálvanannan tíma seinni gjørdu trý av teimum seks kinesisku skipunum eftir boðunum.
Tann almenna kinesiska tíðindastovan Xinhua skrivar, at tey kinesisku herskipini eru á eftirlitsferð innan fyri kinesiska sjómarkið.
Einki fólk býr í teimum umstríddu oyggjunum, men hildið verður, at olja er í undirgrundini, og tí hava oyggjarnar so stóran áhuga.