Kina roynir at steðga ST-frágreiðing

Kinesisku myndugleikarnir hava roynt at steðga einari ST-frágreiðing, sum staðfestir, at uppreistrarmenn brúktu kinesiskar kúlur undir einum álopi á friðarvarðveitandi hermenn í sudanska landspartinum Darfur.

Diplomatar, sum kenna innihaldið í frágreiðingini, siga, at har stendur, at kúlurnar, sum álopsmenninir brúktu, vóru framleiddar í Kina og Ísrael og Sudan.

-Tað finnast eingi prógv fyri, at kúlurnar komu beinleiðis úr Kina til Sudan, og at sudanska stjórnin var vitandi um tað. Men royndirnar hjá Kina at steðga frágreiðingini benda á, at har er okkurt, sum ikki hóvar kinesisku myndugleikunum, sigur ein ST-diplomatur.

Tað er alment kent, at tey flestu vápnini, sum koma til Sudan, hava sín uppruna í Kina. Tað er ikki ólógligt at selja Sudan vápn, men lond, sum selja landinum vápn, skulu útvega sær trygd fyri, at vápnini ikki verða brúkt í Darfur.