Kina nýggjan leiðara

Tann 59 ára gamli Xi Jinping tók í morgun við sum formaður í kommunistaflokkinum í Kina. Hetta hendi í Fólksins Høll í høvuðsstaðnum Beijing. Samstundis varð kunngjørt, hvørjir aðrir seks manna tað ovasta stjórnarráðið.

Næstur Xi gekk varaforsætisráðharrin, Li Keqiang, og roknað verður við, at hann tekur við sum forsætisráðharri í mars. Tá tekur Xi Pinping við sum forseti eftir Hu Jintao, og sambært kinesiskum fjølmiðlum verður hann eisini ovasti fyri kinesisku hermegini. Hann fær sostatt størri vald, enn Hu hevur havt, siga fjølmiðlarnir.

Xi Jinping segði í sínari setanarrøðu í morgun, at tað eru fleiri og stórar avbjóðingar fyri framman. Hann nevndi stríðið ímóti korrupsjón og arbeiðið at bøta um livikorini hjá fólki.