Kinesisku myndugleikarnir eru alt annað enn fegnir um avgerðina hjá norsku Nobel-nevndini at lata kinesiska andstøðingin Lin Xiaobo fáa ársins friðarheiðursløn. Talsmaðurin hjá kinesisku stjórnini sigur stutt, at Lin Xiaobo er snøgt sagt ikki egnaður at fáa friðarheiðurslønina, tí hann hevur brotið landsins lógir og tí bleiv dømdur í fongsul.
-Avgerðin at lata einum tílíkum persóni heiðurslønina er klárt í stríð við málið við heiðurslønini og er tí ein háðan ímóti friðarheiðurslønini, sigur kinesiski talsmaðurin.
Tað var fyrrapartin, at norska Nobel-nevndin kunngjørdi, at hon hevði gjørt av at lata Lin Xiaobo friðarheiðurslønina fyri 2010 fyri hansara arbeiði fyri demokratii í Kina. Sjálvur kann hann ikki taka ímóti heiðurslønini, tí hann varð dømdur 11 ára fongsul fyri einum ári síðani.
Kinesarar sluppu heldur ikki at síggja, tá norska Nobel-nevndin kunngjørdi avgerð sína, tí skermarnar hjá BBC og CNN gjørdust svartir beint undan fráboðanini.