Kina keypir heilfrystan tosk

Í november útfluttu norðmenn 23.500 tons av toski, og tað er heili 40 prosent meiri enn í sama mánaðí fjør. Søluvirðið togaði í eina milliard og 150 milliónir krónur.

Norska kringvarpið sigur, at tann stóri vøksturin stavar fyrst og fremst frá stórum eftirspurningi úr Kina eftir heilfrystum toski. Vøksturin í útflutningi av heilfrystum toski var heili 85 prosent, og Kina keypti helmingin.

Men eftirspurningurin eftir feskum fiski vaks eisini, og her var tað serliga Frakland, sum keypti meiri.

Klippfiskurin er eisini væl umtóktur, og norðmenn útfluttu meiri enn 11.000 tons av klippfiski í november. Tað var 2.600 tons meiri enn í november í fjør, og meginparturin fór til Portugals og Brasil, sigur NRK.