Kina heldur fram við stórari ætlan um rúmdarferð til Mars

Eitt kinesiskt rúmdarfar er farið í ringrás um Mzars. Roknað verður við, at farið kann lenda um eina tveir til tríggjar mánaðir.

 

Sum annað rúmdarfarið upp á bara tvey samdøgur er kinesiska Tianwen-1 í dag í øllum góðum farið í ringrás um Mars.

Tað eydnaðist eftir eina ferð upp á gott hálvt ár.

Tað upplýsir kinesiska tíðindastovan Xinhua.

Hon er í kjalarvørrinum á einum rúmdarfari hjá Sameindu Arabisku Emiratunum, sum í gjár eisini fór í ringrás um reyðu gongustjørnina.

Eitt amerikanskt rúmdarferð frá Nasa skal eftir ætlan í ferðalag við hesini førini seinni í mánaðinum. Tey trý rúmdarførioni vórðu øll send avstað, tá Mars og Jørðin vóru tættast hvør øðrum.

Kinesiska farið er partur av framsóknari rúmdarætlan. Um tveir til tríggjar mánaðir fer farið at royna at lenda á Mars.

Ítøkiliga er tað tann 240 kg tungi rover – eitt akfar, sum er gjørt til at kunna koyra á Mars.

Um tað eydnast, skal akfarið, sum er sólrikið, kanna yvirflatuna á Mars í 90 dagar. Tað skal millum annað leita eftir gomlum tekinum um lív á Mars.

Rúmdarfarð hevur eisini ein triðja komponent, sum í ringrásini um Mars skal kortleggja atmosferuna við at brúka fleiri tól og eitt myndatól við høgum upploysingi.

Rúmdarfarið hevur sambært tíðindastovuni AFP longusent sínar fyrstu myndir av Mars aftur á Jørgðina. Tað er ein svørt/hvít mynd, sum vísir jarðfrøðiligar smálutir á gongustjørnuni, eisini gosop.

Rúmdarfarið hjá Sameindu Arabisku Emiratunum, sum fór í ringrás í gjár, ger kanningar av Mars uttan at lenda.

Rúmdarfarið skal flyta seg kring gongustjørnina í 687 dagar. Tað svarar til eitt Mars-ár.

Endamáli við ferðini er at geva eina umfatandi mynd av verðurmegin er í atmosferuni á Mars. Tað skal skapa vísindaligt gjøgnumbrot.

Í seks ár hava Emiratini fyrireikað seg til ferðina, sum tey greiddu frá í 2014.

/ritzau/Reuters