Kina hækkar tollin á amerikanskar vørur munandi

Tveir av heimsins størstu búskapum eru í opnum handilskríggi

Tollurin hjá Trump hevur ført til kursfall um allan heimin - her í Spania hósdagin. Svarið frá Kina hevur elvt til enn meira afturgongd. - Mynd: Eduardo Parra/Ritzau Scanpix

Kina fer at seta 34 prosent toll á allar amerikanskar vørur frá 10. apríl. Hesum boðaði kinesiska fíggjarmálaráðið frá í dag, sambært tíðindastovuni Reuters.

 

Hetta er svar uppá, at amerikanski forsetin, Donald Trump, mikukvøldið boðaði frá hækkaðum tolli.

 

Um allan heimin er óttin fyri afturgongd vaksin.

 

Fráboðanin frá Kina í dag fevnir ikki bert um eyka toll á innfluttar amerikanskar vørur, men eisini um útflutningseftirlit við sjey sjáldsomum jarðevnum, upplýsir ráðið.

 

Hetta er millum annað galdandi fyri yttrium, sum verður brúkt í ymiskum sløgum av elektronikki.

 

 

 

/ritzau/

 

Tollurin hjá Trump hevur ført til kursfall um allan heimin - her í Spania hósdagin. Svarið frá Kina hevur elvt til enn meira afturgongd. - Mynd: Eduardo Parra/Ritzau Scanpix