Uppskotið hevur ligið á borðinum hjá kinesisku stjórnini leingi, men almenningurin frætti ikki um tað, fyrr enn tað bleiv lagt fyri ein fund í fólkakongressini týsdagin.
Í uppskotinum stendur millum annað, at Kina hevur rætt til at brúka vald fyri at tryggja sær, at Taiwan ikki tekur nakað stig til formligt sjálvræði. Hermegi verður ikki nevnd í uppskotinum, men eygleiðarar í Beijing siga, at uppskotið, sum nú er lagt fyri fólkakongresina, er øðrvísi orðað enn tað upprunaliga uppskotið hjá stjórnini. Í tí upprunaliga uppskotinum stóð, at Kina hevur rætt til at brúka hermegi ímóti Taiwan, ætlar landið at taka formligt sjálvræði. Tað broytta orðalagið merkir helst, at Kina tilskilar sær rætt til at seta onnur enn hernaðarlig tiltøk í verk, skrivar Reuter.
Fólkakongressin fer at atkvøða um uppskotið hjá stjórnini mánadagin, og tað er lítil ivi um, at tað verður samtykt.