Kina forðar Lady Gaga

Skjótt ber ikki til at hoyra heimskendu løgini hjá eitt nú Lady Gaga "Judas", Beyonce "Run the World (Girls)" - ella Backstreet Boys' "I Want It That Way", um man altso er kinesiskur alnóts veitari.

 

Tað kinesiska mentanarráðið hevur nevnliga sett forboð fyri hesum trimum sangunum á alnótini, saman við 97 øðrum, tá tað sambært ráðið kann skaða teirra mentanarligu trygd.

 

Kinesiskar heimasíður skulu burturbeina allar sangirnar áðrenn 15. september, verður hetta ikki gjørt, kunnu fólkini handan heimasíðurnar risikera at blíva forfylgd av kinesisku mynduleikunum, hetta veit BBC at siga.