Kina fer at "stríðast til tann beiska endan", um USA heldur fram við handilskrígnum.
Tað upplýsir kinesiska uttanríkisráðið, sambært tíðindastovuni AFP.
- Um USA heldur fram at føra eitt tollstríð, eitt handilskríggj ella okkurt annað slag av stríði, fer kinesiska síðan at berjast móti teimum til tann beiska endan, sigur talsmaðurin hjá uttanríkisráðnum, Lin Jian, sambært AFP.
Fráboðanin kemur eftir at nýggjur amerikanskur tollur kom í gildi í morgun.
Her varð tollurin á kinesiskum vørum, sum komu inn í USA, hækkaður úr 10 prosentum upp í 20 prosent.
Sum aftursvar uppá nýggja tollin hjá USA á kinesiskar vørur, fer Kina at leggja toll á millum 10 og 15 prosent á eina røð av amerikanskum vørum.
Nýggju tollirnir koma í gildi 10. mars, stendur í tíðindaskrivi frá kinesiska fíggjarmálaráðnum í morgun okkara tíð, skrivar tíðindastovan Reuters.
Tað verður 15 prosent tollur á høsnarunga, hveiti, mais og bummull úr USA.
/Ritzau/