Myndugleikarnir í Kina umhugsa nú at broyta lógina, sum bannar hjúnum at fáa sær meiri enn eitt barn. Almennu fjølmiðlarnir siga, at eftir ætlanini skulu hjún sleppa at fáa sær tvey børn, men broytingin kemur kortini ikki í gildi fyrr enn í 2015.
Í 1979 gjørdu kinesisku myndugleikarnir av at nokta hjúnum at fáa sær meiri enn eitt barn, tí fólkatalið vaks ov skjótt.
Avleiðingin hevur verið, at genturnar eru vorðnar munandi færri enn dreingirnir, tí hjún vilja heldur hava dreingir, tí teir kunnu tryggja teirra aldurdóm.
Ein onnur óheppin avleiðing er, at nú eru ov fáar hendur til at varðveita ferðina á búskapinum og at taka sær av teimum eldru.