Tað, ið SISU er fyri Finnland, er KIMIK fyri Grønland. Grønlendska megin er nú komin til Føroya við fyritøkuni, KIMIK, ið er størsti KT-veitari í Grønlandi
KIMIK ger sterkar KT-loysnir. Her lendir ein tyrla í minstu og fjarskotnastu bygdini í Grønlandi, Ittoqqortoormitt. Við sær hevur tyrlan eina lidna kommunuloysn frá KIMIK.
Týdningarmesta uppgávan hjá KIMIK hevur verið at tryggja grønlendska samfelagnum atgongd til neyðug EDV-grundað umsitingaramboð fyri so lágan kostnað sum gjørligt.
Í Grønlandi hevur KIMIK slóðað fyri á kunningartøkniliga økinum. Hesa støðu hevur fyritøkan, sum varð einskild í 1999, vunnið sær við at sameina holla vitan um grønlendska samfelagið og menning av framkomnum KT-loysnum, ið leggja upp fyri avmarkaða fíggjarliga tilfeinginum í landinum.
Júst at loysnirnar eru mentar og royndar í Grønlandi er áhugavert fyri Føroyar. Undirstøðukervið í velduga Grønlandi er vánaligari enn í Føroyum, og tað vil siga, at loysnirnar skuldu rigga enn betur í Føroyum. Samfeløgini eru annars ógviliga lík. Í báðum londum eru samfelagseindirnar smáar og spjaddar, og m.a. kommunustøddirnar eru tær somu at kalla.
Á KT-stevnuni eru trý áhugaverd øki, ið KIMIK fer at varpa ljós á. Kommunala fyrisitingarskipanin hjá fyritøkuni kann vera áhugaverd hjá vaksandi kommunueindunum í Føroyum. Henda netgrundaða skipan er gjørd við tí fyri eyga, at kommunal starvsfólk kunnu búgva og starvast í ymiskum støðum (t.d. oyggjum) og kortini arbeiða fyri somu umsitingareind.
Grundleggjandi raðfestingin í sjúkrahúsverkinum er, at peningurin skal brúkast til sjúklingin heldur enn EDV. Men við at skapa fatan fyri sambandinum millum vælferðina hjá sjúklinginum og rættar KT-loysnir, ætlar KIMIK at varpa ljós á sína skipan til sjúkrahúsverkið. Skipanin er ein sonevnd visitatións- og bíleggingarskipan. Eitt dømi um hvussu skipanin virkar er, at ein kommunulækni kann instilla ein sjúkling til viðgerð á sjúkrahúsinum. Sjúkrahúsið fær gjøgnum skipanina hylling á øllum viðgerðartørvinum og tryggjar harvið, at avmarkaða fíggjarliga tilfeingið verður gagnnýtt best møguligt. Kommunulæknin kann alla tíðina fylgja við gongdini hjá sjúklinginum og boða honum frá.
Triðja økið er tað, ið verður kallað dátuvøruhús. Hetta er ein supermarknaður í cyperspace hjá teimum einstøku virkjunum ella felagsskapunum, sum gevur møguleika at samanskipa hagtøl og gera greiningar við støði í upplýsingum í egnum umsitingarskipanum. Eitt annað, sum er eitt av altjóða flaggskipunum hjá KIMIK, er ein skipan til at umsita stórar ítróttastevnur við. Skipan-in fatar um alt frá skráseting av hjálparfólki til úrslit hjá einstøkum íðkarum.
Stjórin í KIMIK Ian N. Wenner-feldt vónar at fáa lýst KIMIK á KT-stevnuni og at fáa samskifti í lag við luttakarar; serliga teir ið umboða kommunala økið og heilsuøkið
Vit hava kjarnuskipanir, ið eru bíligar, og kunnu so gera serloysn á hesum grundarlagi. Soleiðis slepst undan, at alt er skraddaraseymað og sostatt dýrari. Vónandi síggja øll, at hóast okkara loysnir eru tøkniliga framkomnar, eru tær lættar at fáast við. Tað er einki fyri at gera okkurt, sum er framkomið. Verri er at gera eina loysn, sum er løtt at nýta umsitingarliga. Men tað duga vit, staðfestir hann.
Á deildini hjá KIMIK í Grønlandi starvast 15 fólk, í Danmørk 10 og í Føroyum er fyribils eitt starvsfólk. Tað er búskapar- og hagfrøðingurin, Magni Laksáfoss.
Fakta um Kimik
Stovnað: 1989
Stjóri: Ian N. Wennerfeldt
Virksemi: Netgrundaðar fyrisitingarskipanir o.a.
Starvsfólk: Eitt í Føroyum og 26 tilsamans