Kimi Räikkönen byrjaði sera væl og helt seg á 1. plássi, meðan Heidfeld í BMW megnaði at fara framvið Mclaren bilunum. Eftir hetta var Räikkönen ongantíð undir trýsti og økti bara um munin, til hann var somikið langt frammanfyri McLaren, at sigurin var tryggjaður.
Tað gjørdist skjótt greitt, at orsøkin til sannførandi byrjanina hjá Heidfeld var, at hann hevði sera lítið av bensini, 14. umfør koyrd var hann í pittinum. Men við einum 4. plássi vísti Heidfeld, at BMW bilurin er kappingarførur í ár. Liðfelagin Robert Kubica, var eisini leingi við millum teir fremstu, inntil hann gavst við tøkniligum trupulleikum.
Nýggja navnið í formil 1, sum øll lærdu hetta vikuskiftið, var Lewis Hamilton í McLaren Mercedes. Hann fór framvið liðfelaganum og tvífalda heimsmeistaran Fernando Alonso í byrjanini, og hóast hann ikki megnaði at fylgja við Räikkönen, so varð hann ongantíð trýstur av Alonso. Hann lá enntá á fyrsta plássi tær løturnar eftir, at Räikkönen hevði verið í pitt. Heilt til 2. pittstopp, tá Alonso fór inn tvey umfør aftan á Hamilton, og við góðari koyring tey bæði umførini, slapp framvið unga liðfelaganum.
Úrslit Bilførari Lið
1 Kimi Räikkönen Ferrari
2 Fernando Alonso McLaren-Mercedes
3 Lewis Hamilton McLaren-Mercedes
4 Nick Heidfeld BMW
5 Giancarlo Fisichella Renault
6 Felipe Massa Ferrari
7 Nico Rosberg Williams-Toyota
8 Ralf Schumacher Toyota
9 Jarno Trulli Toyota
10 Heikki Kovalainen Renault
11 Rubens Barrichello Honda
12 Takuma Sato Super Aguri-Honda
13 Mark Webber Red Bull-Renault
14 Vitantonio Liuzzi STR-Ferrari
15 Jenson Button Honda
16 Anthony Davidson Super Aguri-Honda
17 Adrian Sutil Spyker-Ferrari
Givin
- Alexander Wurz Williams-Toyota (49 umfør, óhapp)
- David Coulthard Red Bull-Renault (49 umfør, óhapp)
- Robert Kubica BMW (36 umfør, tkn. trupulleik.)
- Scott Speed STR-Ferrari (30 umfør, koyrdi útav)
- Christijan Albers Spyker-Ferrari (11 umfør koyrdi útav)









