Kimi Räikkönen vann í Spania

Kimi Räikkönen segði aftan á koyringina á Circuit de Catalunya í Barcelona. At sigurin hevði verið lættur, og at hann ongantíð noyddist at trýsta bilin. So sannførandi vann Räikkönen at hann var á odda alla koyringina, og var ongantíð nær við at verða avbjóðaður, heldur ikki, tá hann var í pit fyri at fáa bensin

Formel 1

Spanska hetjan Fernando Alonso, megnaði ikki at vinna framman fyri nógvu fjepparunum, men endaði á øðrum plássi. Hann bjóðaði ongantíð Räikkönen av. Teir annars so sannførandi Renault bilarnir, hava fingið okkurt at hugsa um til næstu koyring.

Alonso var heppin at fáa annað pláss. Tí óhepni liðfelagin Giancarlo Fisichella, hevði annað pláss inntil eitt petti datt av bilinum, og hann noyddist í pit í 35 sekund. Fisichella endaði fimtur. Eisini Michael Schumacher hótti Alonso. Áðrenn týskarin við tveimum punkteringum oyðilegði sær bilin, og noyddist at gevast.

Jarno Trulli stríddi seg uppá eitt triðja pláss, aftan á harða kapping við liðfelagan Ralf Schumacher, sum gjørdist nummar fýra. Mark Webber byrjaði næstur í koyringini, og datt síðan spakuliga aftur á sætta plássið, sum hann endaði á.

Montoya varð eyðmýktur, tá liðfelagin Räikkönen yvirhálaði hann, við eini heilari umferð. Montoya hevði ein truplan dag. Fyrst misti hann tamarhald á bilinum, men megnaði í síðstu løtu at fáa tamarhald aftur, meðan bilurin snaraði runt. Tá hann løtu seinni skuldi hava bensin á bilin, riggaði áfyllingarstøðin ikki. Hann noyddist inn aftur. Endin varð, at hann fekk tvey stig fyri sjeynda pláss.

Skotin, David Coulthard, fekk seinasta stigið til Red Bull Racing á áttanda plássi. Hetta er fimtu ferð á rað, at nýggja liðið far stig.

Rubens Barrichello og Nick Heidfeld byrjaðu báðir aftast, og megnaðu ongantíð veruliga at stríða seg upp í stigini. Felipe Massa í Sauber-Petronas, steðgaði upp, tvær umferðir áðrenn endan við eini punktering. Men hann endaði alíkavæl framman fyri báðum Jordan bilunum. Liðfelagin hjá Massa, Jaques Villeneuve gavst 15 umferðir frá endaflagginum við tøkniligum trupulleikum. Vitantonio Liuzzi í seinna Red Bull bilinum, koyrdi útav tíðliga í koyringini.

Minardi skuffaðu aftur, tá hvørgin bilur kom á mál.