Longu áðrenn farið var undir at koyra formil 1 í Brasilia í dag, var spenningurin um heimsmeistaraheitið stórur, men, at tað skuldi gerast so spennandi, hevði neyvan nakar væntað. Lewis Hamilton var á odda í kappingini um heimsmeistaraheitið. Hann hevði fýra stig niður til liðfelagan, Fernando Alonso og sjey niður til Kimi Räikkönen. Hamilton byrjaði á øðrum plássi, men fekk sera ringa byrjan, og bæði Kimi Räikkönen og Fernando Alonso komu framvið honum, hetta setti eyka trýst á Hamilton, ið ikki megnaði at standa móti trýstinum og koyrdi av breytini og fleiri bilar fóru framvið honum, áðrenn hann á áttanda plássi kom aftur á breytina. Men júst, sum hann aftur byrjaði at nærkast kappingarneytunum, fekk hann tøkniligar trupulleikar og datt aftur á tjúgunda pláss. Räikkönen á øðrum plássi beint aftan fyri liðfelagan Felipe Massa og frammanfyri Fernando Alonso.
Meðan Lewis Hamilton stríddi seg upp gjøgnum feltið, misti Fernando Alonso einu løtuna triðja pláss til Robert Kubica í BMW.
Kimi Räikkönen megnaði við, at koyra longur enn liðfelagin Felipe Massa millum bæði pittstopp, at taka fyrsta plássið.
Felipe Alonso, var ikki nóg skjótur á degnum, og við at royna eina heldur desperata pittstrategi við trimum stoppum, misti Hamilton eisini seinasta møguleikan fyri at klára at fáa fimta plássið, ið kundi givið honum heimsmeistaraheitið.
Sostatt er veitsla í Finlandi og Italia í kvøld, og Ferrari hava av sonnum funnið avloysaran til Michael Schumacher









