Kima kann nógv

Hósdagin handaði Føroya Tele løgregluni nýggju samskiftisútgerðina

Umframt at veita eina felags skipan til samskifti millum allar tilbúgvingarpartarnar, kann nýggja skipanin eisini so nógv meira.

Tað sigur Hans Jákup Langgaard, stjóri í FT Samskifti.

– Til dømis kanst tú fáa eitt gott yvirblikk við dronuni, sum verður sent til sentralin, sum sendir tað víðari til øll, sigur Hans Jákup Langgaard og vísir til dronuna, ið telist millum ta nógvu útgerðina, ið fylgir skipanini.

Alt, sum verður samskift millum partarnar, verður eisini goymt á einarum servara, so tilbúgvingin kann gjøgnumganga alt tilfarið, tá átøk innan tilbúgvingina skulu eftirmetast.