Kima er eitt frambrot innan tilbúgvingartøkni

Løgreglan fekk í dag nýggju samsskiftisskipanina frá Føroya Tele

Nýggja samskiftisskipanin skal savna tilbúgvingina og hevur allar hentleikar, tá tørvur er á títtum, stuttum og tryggum samskifti.

Soleiðis varð greitt frá fyrrapartin í dag, tá Føroya Tele handaði løgregluni nýggju samskiftisskipanina, sum Føroya Tele hevur ment í samstarvi við svenska Ericsson.

Skipanin, sum hevur fingið navnið Kima, er eitt amboð ella ein samskiftisskipan, ið hevur tøknina, ið loyvir ymsu pørtunum av tilbúgvingini, so sum løgreglu, sløkkiliði og bjargingarfeløgum, at samskifta við beinleiðis myndum, boðum, upptøkum og øðrum.

– Kima er bygd á allarnýggjastu tøknini, og Kima er sera væl egnað til tilbúgving, men hon er eisini egnað til aðrar vinnur. Og við okkara heimsklassa farneti, røkka vit nærum hvønn tind og hvørja fjørðu kring landið, segði Hans Jákup Langgard, stjóri í FT Samskifti.

Og talan er um eina slóbrótandi skipan, sum er millum tær fyrstu skipanir av sínum slag í hesum partinum av heiminum, gjørdi Jan Ziskasen, stjóri í Føroya Tele greitt.

Á framløgu í bygninginum hjá Føroya Tele vísti Hans Jákup Langgaard á øll tey tólini, ið fylgdu við í skipanini, og millum teirra var eisini ein drona, ið skal gera tað møguligt hjá tilbúgvingini at fáa beinleiðis upptøkur frá vanlukkustaði, áðrenn tilbúgvingin er komin fram.

Í dag varð skipanin bert handað løgregluni, men arbeitt verður framvegis við at fáa hinar partarnar av tilbúgvingini uppí, og hetta arbeiðið kemur væntandi á mál innan stutta tíð.

Um navnið Kima segði Hans Jákup Langgaard, at tað hevur íblástur frá kirkjuklokkum og øðrum ávaringarklokkum.

– Tá vit í dag hoyra kirkjuklokkur kima, seta vit tað í samband við guðstænastu ella aðrar kirkjuligar hendingar. Men soleiðis hevur tað ikki altíð verið, segði Hans Jákup Langgaard og vísti á, at fyrr í tíðini var okkurt áfatt, tá kirkjuklokkurnar brádliga fóru at kima.

– Tá var tí okkurt var áfatt, og onkur týdningarmikil boð skuldu út til fólkið. Fólk sleptu tí, sum tey fingust við, og savnaðust saman. Dømi um hetta var stormklokkan, ið kimaði, tá tað var eldsbruni, ella fíggindin var í nánd, segði Hans Jacob Langgaard.

Í sambandi við, at skipanin varð latin løgregluni í dag, handaði Hans Jacob Langgaard Michael Boolsen prýðislut úr basalti við búmerkinum hjá Kima, ið Heini Festirstein hevur sniðgivið.