80’ára popdarlingin Kim Wilde, ið er best kend fyri lagið Kids In America, var herfyri í operahúsinum í Keypmannahavn í sambandi við jólakonsertina hjá Danmarks Radio. Her nýtti hon sambært The Sun høvið at leggja eftir Elton John.
- Hann er burtur úr vón og viti, tað hevur hann altíð verið, segði hon millum annað og helt fram við at greiða frá, at Elton John í alt ov nógv ár hevur livað í yvirflóð og tí hevur mist sambandi við veruleikan og er vorðin alt ov sjálvfeitur.
Hon segði, at hon finnur seg ikki í tí, tá hennara børn skapa sær sum eitt ørt, og at tað er vemmiligt at síggja eitt vaksið menniskja uppføra seg soleiðis, sum Elton John ger.
Hon viðgekk tó, at henni dámdi tónleikin men, at hon somuleiðis hevði lagt til merkis, at Elton John ongantíð skrivar sínar egnu tekstir.
- Eg havi ongantíð skilt Elton John, men nú skilji eg, at har er ikki so nógv at skilja, segði hon at enda í álopinum á popp kongin.