Kim Wilde gjørdi alt fyri at sleppa til Føroya

Tá ið Kim Wilde frætti um áhugan fyri henni úr Føroyum, lá hon mest sum fløt í luftini fyri at sleppa hendan vegin at vitja. Stóri trupulleikin var, at hon hevði eina avtalu um at spæla í Danmark leygarkvøldið á Summar Festivalinum, og so mátti poppstjørnan sjálv taka um endan

Tónleikur

 

Føroyingar hava onga orsøk til at smæðast, tá ið teir banka upp á dyrnar hjá teimum stóru tónleikastjørnunum úti í heimi. Tað vísa royndirnar hjá millum annað Summar Festivalinum.

Superbólkurin Scorpions vildi sera fegin koma til Føroya at spæla, hóast teir vanliga spæla á stórum konsertum í heimsins størstu býum. Men týsku tónleikararnir kendu Føroyar frá fótbólti, og teir høvdu tosað um at vitja Føroyar. Tá ið møguleikin so kom at spæla á Summar Festivalinum, lupu týsku rockararnir mest sum upp frá og settu stóran kross í kalendaran.

Tí ber tað til hjá Summar Festivalinum at bjóða Scorpions sum høvuðsnavn á festivalinum í ár, og Klaksvík kann við stórum sjálvsáliti stilla seg undir liðina á stórbýum sum London, París, Mexico City, Milano, Athen, Manchester og Moskva.

- Tað er næstan óveruligt, at ein slíkur heimskendur bólkur sum Scorpions kemur til Føroya at spæla, men tá ið bólkurin sjálvur gjarna vil koma til Føroya at spæla, ber næstan alt til. Tað er sera hugaligt at fáa tónleikarar til Føroya, sum veruliga vilja sleppa hendan vegin at vitja og spæla, og í ár hava vit veruliga merkt, at Scorpions og Kim Wilde hava verið sera spent upp á at sleppa til Føroya at vitja, sigur Steintór Rasmussen, sum er ein av fyrireikarunum av Summar Festivalinum.

 

Wilde gav ordrar

Í dag hevur Summar Festivalurin boðað frá, at Kim Wilde kemur á festivalin at spæla, og tað eru stór tíðindi hjá teimum sum dáma heimskend popphitt.

Men tað var um reppið, at vitjanin hjá Kim Wilde í Føroyum ikki lat seg gera. Men alt bar til, tí Kim Wilde sjálv tók um endan og gjørdi greitt, at hon vildi sleppa til Føroya at spæla.

Trupulleikin var, at Kim Wilde hevði eina avtalu um at spæla í Danmark leygarkvøldið á Summar Festivalinum, men tá ið hon frætti um áhugan úr Føroyum, vildi hon broyta sína konsertskrá.

Bretska poppstjørnan gjørdi stutta prosess og bað sín fólk flyta ella avlýsa konsertina í Danmark, so hon kundi sleppa til Føroya at spæla á Summar Festivalinum.

Sum sagt so gjørt, og nú er tað greitt, at Kim Wilde fer á pallin á Summar Festivalinum leygarkvøldið 4. august, og ein avleiðing er, at konsertin hjá henni í Danmark er framskundað tveir dagar.