Kim tekur sær av mannarættindunum

Kim Pagels, sum er løgfrøðingur í Almanna-og Heilsumálaráðnum, hevur eisini verið við til at sett síni fingramerki á lógaruppskotið um ílegugransking

Gransking

Luturin hjá honum hevur eitt nú verið at syrgt fyri, at uppskotið samsvarar altjóða reglum og avtalum, tá ið ræður um rættindini hjá teimum, sum eru við í granskingini. Somuleiðis hevur hann havt til uppgávu at syrgja fyri, at lógaruppskotið ikki er í stríð við aðrar lógir á økinum.
Kim vísir á, at hóast ílegugranskingin fer at byggja á upplýsingar frá fólki, sum ikki verða skrásett við navni, er neyðugt, at tey, sum eru við, í hvørjum einstøkum føri geva sítt játtilsi.
- Skal ein blóðroynd, hárroynd ella vevnaður hjá fólki nýtast í granskingini, er neyðugt, at fólk geva sítt samtykki ? sjálvt um tey eru ónevnd, sigur hann.

Væntar samtykki

Spurdur, um hann væntar, at løgtingið fer at taka undir við nýggja lógaruppskotinum um ílegugransking, sigur Kim Pagels, at tað er torført at meta um.
- Nýggja uppskotið tekur støði í uppskotinum, sum løgtingið feldi í 1999, men við tí uppskotinum vóru nakrir "tekniskir trupulleikar", sum hann tekur til.
Sum skilst á Kim, væntar hann, at úrslitið hesaferð verður øðrvísi, og verða tað ikki fíggjarligar forðingar, væntar hann, at løgtingið fer at samtykkja at farið verður undir ílegugransking í Føroyum.
- Ætlanin er, at tað almenna í fyrstu syfti skal bera kostnaðin av at seta á stovn teir tríggjar "databasarnar", sum ílegusavnið byggir á. Síðan er væntandi, at áhugin fyri at keypa vitanina í útlandinum verður somikið stórur, at granskingin fer at geva inntøkur til tað almenna, sigur Kim Pagels, løgfrøðingur.