Høvundurin hevur seinnu árini gjørt dyggiliga vart við seg í føroyskum bløðum við beinraknum og atfinnijngarsamum greinum, har serliga tjóðskaparrørslan við Høgna Hoydal á odda hevur verið húðflongd. Hendan verður ákærd fyri at vilja laða upp undir sjálvdyrkan, fortíðina og tjóðskaparliga tokutalu. Fyri at droyma um ein tjóðskap, ið er gøddur úr einum lendi av fólkafundum og ørligum romantiskum bønarmøtum. Høvundurin vil eisini loysing, men á einum modernaðum ikki nationalistiskum støði, har ein livandi kjakmentan fær innivist.
Greinirnar snúgva seg kortini ikki bara um tjóðskaparstríðið, men eisini um leiklutin hjá tí intellek-tuella í Føroyum í dag, hvønn týdning listin hevur og hvussu føroyska málið verður viðfarið av filologunum. Hartil eru greinar um Regensen, um paranoia sum politiska mentan og hugleiðingar frá eini ferð til Tübingen í Suðurtýsklandi.
Kim Simonsen, sum er føddur í 1970 og uppvaksin á Strondum, er cand.phil í norðurlendskum bókmentum. Hann er í løtuni konferenslesandi á Københavns Universitet. Umframt greinir í mong bløð og rit hevur hann hildið fyrilestrar í Norðurlondum, Onglandi, Týsklandi og USA.
»Dreymar um opin vindeygu« er løgd til rættis og prentað á Hestpret. Hon er 220 síður til longdar og kostar kr. 250. Mentanargrunnur Studentafelagsins gav út.