Í dag er tann stóri dagurin á Ovastevnu í Nólsoy. Nógv er á skránni, og tey, sum hava hug at njóta góðan tónleik á náttartíð, fáa eisini møguleikan til tað.
Kim Hansen og Jens Marni Hansen fara at spæla í tjaldinum, og í Royndarhúsinum verður dansur við Rannvá Vesturklett og Jóannesi Jakobsen. Bæði tiltøkini byrja á midnátt.
Hevur onkur hug til føroyskan dans í kvøld, ber til at fara upp á gólv í Avhaldshúsinum frá kl. 23.00.










