Legendariski sangskrivarin Kim Larsen og bólkur hansara Kjukken spæla á Summar Festivalinum í august.
Tað verður ein løta av teimum heilt stóru, tá ið Kim Larsen og Kjukken fara á stóra pall á Summar Festivalinum í august. Tjóðarskald dana, sum hevur skrivað eina endaleysa røð av góðum og kendum sangum, fer við bólki sínum Kjukken at tríva í stóru hittini og nýggjar sangir.
Tað eru liðin meira enn fjøruti ár, síðani yrkisleiðin hjá Kim Larsen byrjaði. Gjøgnumbrotið fekk hann saman við bólkinum Gasolin, men tá teir góvust at spæla seinast í sjeytiárunum, helt Kim Larsen fram sum solistur, og síðani hevur hann verið sera virkin við útgávum og framførslum.
Árini frá 1984 til 1992 samstarvaði Kim Larsen við bólkinum Bellamy, men tá ið hann flutti til Odense gjørdi hann bólkin Kim Larsen & Kjukken, sum hann hevur spælt saman við síðani. Seinasta fløgan hjá Kim Larsen & Kjukken kom fyri kortum. Hon kallast Du Glade Verden, og fyrsta staklagið av hesi útgávuni var Sød Symfoni, sum hevur verið nógv spælt.
- Kim Larsen hevur verið ein so stórur partur av tónleikinum, sum vit hava lurtað eftir í Føroyum, at vit halda, at Summar Festivalurin og Kim Larsen hava uppiborið, at vit leggja ein ordiligan festivalpall til ein konsert hjá honum í Føroyum, sigur Steintór Rasmussen, ein av fyriskiparunum av Summar Festivalinum.
- Hetta er fagnaður og føroysk festivalsøga! Hóast vit hava havt mangar væleydnaðar og hugtakandi konsertir øll hesi árini, hava vit manglað sjálvt skjaldið í Norðurlondum. Tann frá upphavi mest fólkakæri, provokerandi og kulasti av øllum. Sangskatturin í Danmark, Kim Larsen.
Og nú kemur hann at spæla á landsins størsta tónleikatiltaki, Summar Festivalinum, sum verður hildin í døgunum frá 8. til 11. august.
?
?