Kim Larsen fer í heyst á konsertferð í Danmark. Hann fer at spæla á ymsum spælistøðum, og í fyrsta umfari vóru atgongumerki til 22 konsertir settar til sølu.
Forsølan byrjaði sunnumorgunin kl. 10.00, og bert 10 minuttir seinni vóru allar 22 konsertirnar útseldar.
Hetta hevur fingið Kim Larsen at seta fimm eykakonsertir á skránna, og forsølan til tær verður hósdagin.