Kim Larsen á pall aftur í summar

Krabbarakti Kim Larsen er við at koma fyri seg, og fer á pall í summar.

Fyrst í januar fekk kendi danski tónleikarin Kim Larsen staðfest prostata-krabba.

 

 

Síðan vórðu 24 konsertir í vár avlýstar. Men nú ljóðar frá fólkunum kring Kim Larsen, at hann er við at koma seg, og at tað gongur eftir ætlan við at fylgja løgdu ætlanunum fyri at koma sjúkuni til lívs.

 

 

Og samstundis verður boðað frá, at Kim Larsen  fer á pall á Smukfest 2018, sum verður 8. august. 

 

 

Hetta verður einasta festivalkonsertin í summar, men annars eru summarkonsertir hjá 72 ára gamla Kim Larsen og bólkinum Kjukken á skránni.