Kim Larsen ofta stroymdur

Post-mortem útgávan hjá Kim Larsen hevur skapt forvitni.

Hósdagin komu tíðindini um, at Kim Larsen, sáli, hevði nýtt tilfar, sum skuldi koma út fríggjadagin. Hetta kom óvæntað, og vóru stórtíðindi í donskum miðlum.

 

 

Fríggjamorgunin var møguligt at hoyra teir 12 sangirnar av Sange Fra Første Sal, sum Kim Larsen tok upp í íbúð síni stutt innan hann andaðist í september 2018.

 

 

Fólkgjørdust bilsin og eftir øllum at døma sera forvitin, tí teir fyrstu 9 tímarnar eftir, at sangirnir vóru tøkir, varð nýggja Kim Larsen útgávan stroymd meira enn 200.000 ferðir.