Kim Larsen avlýsir

Konsertir í Noreg í næstum eru avlýstar.

Kim Larsen hevur spælt fleiri konsertir í Danmark og Svøríki í juni, og spældi herfyri væl fagnaða konsert í Tivoli fyri 33.000 fólkum.

 

 

Ætlandi skuldi Kim Larsen við bólki til Noregs í næstum, men 7 konsertir í 10 dagar verður mett at verða ov mikið fyri Larsen.

 

 

Kim Larsen varð herfyri viðgjørdur fyri prostatakrabba, og avlýsti konsertir fyrra part av árinum, men kom so aftur í aftur.

 

 

Men konsertirnar í Noreg eru mettar at verða ov mikið fyri 72 ára gamla Larsen. Talsmaður hjá Kim Larsen biður á facebook norsku fjeppararnar  orsaka, og samstundis lovar hann, at donsku konsertirnar í august verða sum ætlað.