Eftir at hava stjórnað Grønlandi í seks ár, er Kim Kielsen ikki longur formaður í egnum flokki, og nú val er útskrivað í Grønlandi, kann hin 55 ára gamli ikki stilla upp aftur sum floksformaður.
Men, hetta heldur kortini ikki manninum aftur, sum hevur verið so umstríddur seinastu tíðina.
Í samrøðu við Sermitsiaq letur Kim Kielsen ongan iva vera um, at hann fer at lata seg stilla upp aftur til valið til gørnlendska landstingið.
- Eingin skal ivast í, at eg fari at stilla upp aftur, men hesaferð sum vanligur limur í Siumut.
Á landstingsvalinum í Grønlandi hin 24. apríl í 2018 fekk Kim Kielsen 2.163 persónligar atkvøður av teimum tilsamans 7.957, sum Siumut-flokkurin fekk.
Arvafíggingin, flokkurin Inuit Ataqatigiit, fekk tá 7.478 atkvøður.
Men, hví letur Kim Kielsen seg stilla upp aftur?
- Eg kenni eina ábyrgd og skyldu yvirfyri fólkinum, og eg havi bæði vilja og orku til framhaldandi at arbeiða sum fólkavaldur, sigur hann við Sermitsiaq.