Kim Kielsen á vitjan í Páls Høll

Í Grønlandi arbeiða kommunur við ætlanum um svimjihyl, og ikki er óhugsandi, at farið verður til Vágs at fáa íblástur.

Leygardagin tók Dennis Holm, borgarstjóri, ímóti grønlendska landsstýrisformanninum, Kim Kielsen, sum við fylgi er á almennari vitjan í Føroyum í hesum døgum.

 

 

Borgarstjórin greiddi frá Páls Høll og um hvussu verkætlanin varð vorðin veruleiki. Sum verða man, so vóru grønlendsku gestirnar imponeraðir av Páls Høll og ikki minst av tí lága byggikostnaðinum. Eisini vóru tey áhugaði í at frætta um grønu loysnina, har avlopshiti frá elverkinum hjá SEV í Vági, verður nýtt til at hita Páls Høll, skrivar sudurras.fo..

 

Í Grønlandi arbeiða fleiri kommunur við ætlanunum um svimjihyl, og í hesum sambandi er ikki óhugsandi, at farið verður til Vágs at leita sær inspiratión. Dennis Holm, borgarstjóri, greiddi frá, at fólk frá Maniitsoq í Vesturgrønlandi longu hava víst verkætlanini við Páls Høll áhuga og eitt ávíst samskifti hevur eisini verið við teknisku umsitingina hjá Qeqqata Kommune, sum Maniitsoq er partur av.

 

Við Kim Kielsen í Páls Høll var frúan og embætisfólk, umframt Henrik Old og Kári P. Højgaard, sum hava verið við Kim Kielsen á rundferð í Stóru Dímun og í Suðuroynni.