Iran kunnger í kvøld, at norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, kemur til Teheran at taka lut á fundinum, sum tey uttanveltaðu londini í felagsskapinum NAM hava har í næstu viku.
Hetta verður tann fyrsta almenna uttanlandsferðin hjá tí norðurkoreanska leiðaranum, og talsmaðurin hjá iransku stjórnini sigur, at vitjanin kann styrkja bondini millm tey bæði londini.
Kim Jong-un tók við sum leiðari í Norðurkorea eftir faðirin Kim Jong-il, sum doyði í desember í fjør.
120 lond eru limir í NAM, 21 lond hava eygleiðarastøðu, og Egyptaland hevur í løtuni formansskapin í felagsskapinum. Tann leiklutin yvirtekur Iran í næstu viku.