Kim Jong-un hevur víst seg alment

Kim Jong-un, sum søgur hava gingið um var álvarsliga sjúkur - og møguliga deyður - hevur nú sambært tíðindastovuni Yonhap víst seg alment.

 

 

Sambært tíðindastovuni í Suðurkorea hevur Kim Jong-un luttikið á einum hátíðarhaldi, tá ein verksmiðja í Pyongan-landslutinum í Norðurkorea stóð liðug. Tíðindastovan KCNA í Norðurkorea hevur enn ikki víst myndir av leiðaranum, men skrivar, at tað var Kim Jong-un, sum klipti snórin til verksmiðjuna.

Søgur hava gingið um, at leiðarin í Norðurkorea hevur verið álvarsliga sjúkur - og møguliga deyður. Tað var tíðindastovan CNN, sum fyrr í hesi vikuni bar tíðindini um, at støðan hjá Kim Jong-un var álvarsom eftir eina miseydnaða skurðviðgerð fyri hjartað.

- Hetta eru áhugaverdir upplýsingar. Eg havi sjálvur hugsað, at hetta mest hugsandi var ein sjálvvald frávera - antin fyri at fáa viðgerð við heilivági ella av aðrari orsøk. Kim Jong-un hevur eisini verið burtur áður, sigur Vladimir Tikhonov, sum er professari við Universitetið í Oslo.

Tað var, tá norðurkoreanski leiðarin ikki møtti upp til hátíðarhaldið hin 15. apríl, tá abbi hansara, Kim Il-sung, hevði havt føðingardag, at gitingar fóru at ganga, og hidið varð, at okkurt mundi vera áfatt hjá Kim Jong-un. Men, alt hetta er eftir øllum at døma bara gitingar. Norðurkoreanski leiðarin er bæði livandi og helst eisini frískur.

##med2##