Hon er gift við norðurkoreanska leiðaranum, men hvør hon er, ella hvussu hon eitur er framvegis eitt loyndarmál. Á summum miðlum kalla tíðindafólk hana Ri Sol Ju, og sambært fronsku tíðindastovuni AFP hevur tað almenna sjónvarpið í Norðurkorea nevnt hana við hesum navninum.
Eingin veit, hvussu leingi tey hava verið gift, men tey hava verið saman alment nakrar ferðir í seinastuni. Eitt nú fylgdust tey á einari konsert í høvuðsstaðnum Pyongyang tann 5. juli, og nakrar dagar seinni vóru tey og vitjaðu gravstaðin hjá Kim Il-sung, sum var abbi núverandi norðurkoreanska leiðaran.
Kim Jong-un tok tók við valdinum í Norðurkorea í desember, og fyri stuttum tók hann eisini við sum ovasti fyri landsins hermegi.









