Danski Kim Hartzner frá kristna hjálparfelagsskapinum, 10Forty.org hevði mánakvøldið í Kommunuskúlaaulini (Finsen) í Havn eina hjartanemandi framløgu um ræðuligu støðuna hjá teimum 120.000 kristnu armenunum í landslutinum, Nagorno-Karabak, ið formelt er ein landslutur í Aserbadjan, men sum er eitt land har kristnu armenarnir hava búleikast í heili 1.700 ár.
Kim Hartzner er júst komin aftur úr Armenia. Hann hevur áður búð og arbeitt í Nagorno-Karabak, og hevur ferðast nógv í Nagorno-Karabak og í sjálvum Armenia gjøgnum meir enn 30 ár. Kim Hartzner vísti teimum 70 áhoyrarunum filmsbrot við armenskum flóttarfólkum, ið eru flýdd úr Nagorno-Karabak. Kim Hartzner greiddi frá, at armenar í hópatali eru dripnir, enntá armensk børn. Armenskar kirkjur, bygningar og enntá kirkjugarðar vera lagdir í oyði meðan vesturheimurin vendir blinda eyga til støðuna hjá kristnu armenunum, ið líða nógv undir valdsgerðunum hjá aserbadjanska herinum.
##med2##
Kim Hartzner heldur, at tað er langt úti, at eitt fólk sum hevur búleikast í Nagorno-Karabak í 1.700 ár vera í miðlum nevnd: "seperatistar" (loysingarfólk). Hann heldur tað er ræðandi, at ES og vesturheimurin hava gjørt seg so bundnan av at keypa olju og gass frá Aserbadjan, at tað næstan ikki letur úr teimum ráðandi í Vesturheiminum um fólkamorðið aserbadjanski herurin fremur í Nagorno-Karabak. Hann vónar tó skjótt at sleppa í tal við Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisharra um álvarsomu støðuna hjá armenunum.
10Forty.Org ger eitt stórt arbeiðið at hjálpa armenskum flóttarfólkum, ið eru flýggjaði úr Nagorno-Karabak til sjálvt Armenia, eisini við peningi føroyingar hava latið. Kim Hartzner vónar, at enn fleiri føroyingar fara at stuðla hjálpararbeiðnum hjá 10Forty.Org.
Kim Hartzner heldur, at armenska fólkið hevur liðið nógv síðani fólkamorðið í 1915, og tíðin er komin, at vesturheimurin ger nakað fyri at steðga líðingarnar hjá armenska fólkinum.
##med3##