Kim Hansen vitjar í Suðuroy

Leygarkvøldið 28. Januar vitjar Kim Hansen aftur í Stóra Pakkhúsið í Vági, har hann mangan áður hevur verið gestur.

 

Kim Hansen er ein tann best umtókti trubadururin í landinum, og er hann mangan at hoyra í náttarlívinum kring landið.

 

Kim Hansen hevur mangan vitjað í Suðuroynni, og eingin ivi er um, at suðuroyingar dáma væl hansara tónleik.

 

Kim Hansen spælir gamlan og nýggjan tónleik, og eru bæði útlendskir og føroyskir tónar at hoyra.

 

Tiltakið verður í Stóra Pakkhúsið leygarkvøldið 28. Januar, og byrjar tað kl. 23.00.

 

Meira kann lesast um tiltakið á Facebooksíðuni hjá Stóra Pakkhúsið í Vági her:

 

www.facebook.com