Tíðindaskriv:
“Maria”, “Drongur” og “Fagri flokkur” fara “Upp á gólv” til ein “Kontri og western sang”. Vit gleða okkum til “Tíð, ið koma skal”. “Góða”, náttin er “Ísakøld”, men “Kenslur mínar brenna” og ljósið í stóra sali spælir eins og “Lognbrá”.
Stórslignu konsertirnar við Kim Hansen, bólki, solistum og Føroya Symfoniorkestri verða í stóra sali í Norðurlandahúsinum. “Konsertin verður av vakrastu og mest rørandi konsertunum, sum kunnu upplivast í Føroyum í ár. Eftir at hava hoyrt útsetingarnar, so vænti eg eina konsert, sum fer beint í hjartað og setir djúp spor eftir seg”, sigur Hans Petur í Brekkunum, orkesturstjóri.
Kim Hansen
Kim er klaverleikari á hægsta stigi, hann er framúr góður sangari, framleiðari, lagskrivari og tónleikin kenna vit øll. Kim hevur 10 tónleikarar við sær á pall. Lena Andersen, M.C. Restorff og Jens Marni Hansen eru gestasolistar. Ímyndi tykkum Kim við bólki og gestum, eitt Steinway flygil og Føroya Symfoniorkestur - tað verður neyvan vakrari.
Magnus Johannesen hevur útsett tónleikin hjá Kim fyri symfoniorkestur. Eftir sera væleydna samstarv við Týr, Marius Ziska og Stongum, Guttesen, Ravnsfjall, so er Kim Hansen næst í konsertrøðini, tá Føroya Symfoniorkestur samstarvar tvørturum tónleikagreinar.
Nýggi dirigenturin hjá Føroya Symfoniorkestri, Catherine Larsen-Maguire, stjórnar konsertirnar við Kim.
Sitipláss
Hóast konsertin er ein standikonsert, verða stólar eisini settir upp afturi í Klingruni. Sostatt ber til at bíleggja sitipláss við at seta seg í samband við Norðurlandahúsið.
Atgongumerki til fríggjakvøldið
Konsertin leygarkvøldið 7.februar er útseld, men enn eru nøkur atgongumerki eftir til konsertina fríggjakvøldið 6.februar. Nú er at gleða seg til enn eitt brak av eini tvørtónleikaligari konsert við tónleikalandsliðnum - Føroya Symfoniorkestri.











