Á aðalfundinum hjá Ráðgevarafelagnum í seinastu viku, valdi fundurin Kim Hansen frá LBF, Rúna Abrahamsen frá MAP-Arkitekum og Árna Jacobsen frá SMJ í nevndina. Árni Winther, sum seinastu trý árini hevur sitið í nevndini, tók ikki við afturvali. Fyri hann var Árni Jacobsen valdur í nevndina.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Kim Hansen sum formanni, Rúni Abrahamsen sum næstformanni og Árni Jacobsen sum nevndarlimi. Sum eykalimir vóru valdir Jákup Pauli Johannesen frá Fuglø Arkitektum og Bogi Jacobsen frá Munin.










