Kim hevur júst sitið við klaveri inni í tjaldinum, og spælt øll síni kendastu løg, og hetta fekk veruliga lív í fjøldina. Telti var nevnliga proppa av fólkið, og sungið var við av øllum alvi.
Stemningurin var í topp, og tá Kim endaði framførsluna við sanginum Meistarin fekk hann veruliga alla fjøldina við.
Nú er spakuliga byrja at skíma, og in.fo vildi mett at tað eru um 2000 fólk í løtuni. Tað er í løtuni givið at regna, og stemningurin er av tí allarbesta nú tann Grønlendski bólkurin Nanook ger seg kláran at fara á stóra pallin.









